Leygardagin 21. mars kl. 19.30 framføra Dávur Juul Magnussen, solotrombone, og Føroya Symfoniorkestur verkið A Motorbike Odyssey eftir Sandstrøm. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum.
Á skránni eru eisini verkini Symphonie Fantastique eftir Berlioz, Academic Festival Overture eftir Brahms.
Dávur Juul Magnussen er ættaður úr Havn og er útbúgvin á Royal Conservatoire of Scotland in Glasgow. Hann verður mettur at vera eitt natúrtalent á trombonini. Longu sum 22 ára gamal vann hann plássið sum solotrombonistur í Royal Scottish National Orchestra.
Bernhardur Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri.
– Føroya Symfoniorkestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald