Mentan

Várkonsertir í Hoyvík, Sandavági og Vestmanna

Vestmanna sangkór saman við strúkarum og urkuleikara hevur várligan tónleik á skránni

2022-03-17 08:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú várið kemur so líðandi og korona er av, fer Vestmanna sangkór at fagna ljósari tíðum við trimum várkonsertum. Talan verður um konsertir við kórsangi saman við orkestur- og urgutónleiki.

Fyrsta konsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin kl. 19. Síðani verða tvær konsertir leygardagin tann 26. mars – tann fyrra kl. 16 í Sandavágs kirkju og tann seinna kl. 19 í Vestmanna kirkju.

Níggju av fremstu strúkarum landsins fara at spæla undir, og urguleikari verður evnaríki Ari Hammer Joensen. Kórleiðari er Rannvá Matras Olsen.

Skráin verður sera fjølbroytt, við klassiskum tónleikaverkum eftir Gabriel Fauré, Morten Lauridsen og Mozart, umframt við ljósum føroyskum vártónleiki eftir Kára Bæk, Matti Borg, Paula í Sandagerði, Knút Olsen, Regin Dahl, H. J. Højgaard, J. Waagstein og Hans Arvesen. Eisini verður urgutónleikur við Passacaiglia eftir J.S. Bach. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder