Síðan miðøld hevur verið siður at fara út á Varmakeldu mánaðarskifti juni – juli, tí tá er keldan heitast. Drukkið varð úr kelduni, tí hon gav heilsubót, men eisini segðist, at hon var ein kærleikskelda, og virknaðurin var sterkast um jóansøkuleiti.
Á Varmakeldustevnuni, sum er fyrsta vikuskifti í juli, verður hildið fast um hendan sið. Sjálva stevnan livir væl og er væl vitja, og serliga tá kappróðurin stakár er í Fuglafirði, er skráin fyri stevnuna stór og fjølbroytt.
Í ár er einki undantak. Og serliga eru tað fleiri tiltøk, sum hava fjørðin og góða sandin í Fuglafirði sum miðdepil. Veðurforsøgnirnar eru góðar, so útlit eru til, at øll tiltøkini fara at eydnast til fulnar.
Varmakeldan verður sett leygardagin kl. 12 við Mentanarhúsið, og eftir tað er ovmikið at fara til, bæði hjá børnum og vaksnum, við hoppilandi, skótalund, kaféum, matvognum og matstøðum, list og kappróðri.
Bátafelagið hevur fingið eyka bátapláss til vega, føroysk træseglskip koma á vitjan, og enntá ein flaka-, gummibáta- og kajakk-rógvikapping av sandinum er á skránni sunnudagin kl. 13.
Tónleikurin er í hásæti við góðum tónleiki á Patrick’s fríggja- og leygarkvøld og trimum framúr konsertum í Mentanarhúsinum. Marius Ziska við bólki spælir kl. 20 leygarkvøldið, Lea Kampmann hevur eina Summartónakonsert sunnudagin kl. 16 og sunnukvøldið kl. 20 er dupult útgávukonsert við Daniu Tausen og Beinir.
Eisini í ár verður bál, røða og felagssangur leygarkvøldið. Í ár verður hetta hugnaliga tiltakið kl. 22 heima á sandinum. Sunnudagin kl. 17, um veðrið er gott, verður farið út á Varmakeldu til bál og felagssang. Fólk kunnu koyra ella ganga sjálvi, men eisini ber til at fáa fart sjóvegis.
Mentan
Varmakelda í Fuglafirði um vikuskiftið
Varmakeldan verður sett leygardagin kl. 12 við Mentanarhúsið – Skráin í ár er stór og fjølbroytt
2021-06-30 13:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald