Mentan

Varmakelda um vikuskiftið - Livandi Varmakelda leygarkvøldið

Fuglfirðingar hava ikki nakran FM-róður leygardagin, men Mentanarhúsið verður á tremur við føroyskum tónleikaundirhaldi - so sum Faroe5 og RSP

2026-07-03 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og vanligt, er Varmakelda fyrst í juli, og fuglfirðingar gera nógv burturúr.

Tey hava ikki FM-kappróður hesaferð, ta verður í Vestmanna, men nógv annað er á skránni á ítróttaøkinum.

Besta mansliðið hjá ÍF spælir móti Víkingi í 1. deild í annaðkvøld, kappingar vera á vøllinum, og HM-dystir verða vístir á stórskermi við ÍF-húsið og í Etasjuni.

Stór heiðurskonsert verður eisini fyri Stanley Samuelsen í kvøld, fríggjakvøldið.

Livandi Varmakelda leygarkvøldið og sunnunáttina

Í morgin verður Mentanarhúsið karmur um annað tónleikatiltak.

Eins og í fjør, verður Livandi Varmakelda fyrsta leygarkvøld í
juli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Nógv, og ymisk føroysk nøvn, koma at framføra. Gestirnir kunnu vænta sermerktar tónleikaupplivingar, tí ljóð- og ljósgóðskan í Mentanarhúsinum er á sera høgum støðið, boða fyrireikararnir frá.

Die FÆRØSCHE POLKABAND er fyrst á pallin, og so koyrir tað við framførslum til klokkan 02.00, har DJ-show er á skránni.

Skráin sæst niðanfyri:

[object Object]

Atgongumerki kunnu keypast her

Ólavur Larsen og Magnus Jørmundsson, fyriskiparar vitjaðu í seinna tíminum av Summarsendingini í gjár og greiddu frá

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder