Innanlands

Varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum

Sameindu Tjóðir hevur ásett dagin til fyribyrging av druknivanlukkum at vera á hvørjum ári hin 25. juli, og skipar Svimjisamband Føroya fyri hesum átaki í Føroyum

2022-07-20 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikuna verður ljós varpað á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, sum Sameindu Tjóðir hevur ásett at vera á hvørjum ári hin 25. juli.

Eitt kunningarátak verður sjósett við sergjørdari heimasíðu sum miðdepli, og blátt ljós fer at lýsa upp bygningar og tunlar runt landið, skrivar Svimjisamband Føroya, sum skipar fyri hesum átaki í Føroyum.

Svimjisambandið sigur í tíðindaskrivi, at tey skipa fyri átakinum við hollum stuðli frá serliga Betri Stuðulsgrunninum, umframt frá eini røð av øðrum góðum samstarvsfeløgum, ið telja bæði land, kommunur, stovnar, svimjihallir og fyritøkur.

Svimjisambandið er limur í altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, sum samskipar hetta altjóða tiltak í lívbjargingarhøpi, har heimsheilsustovnurin WHO sum aftur er høvuðssamskipari av tiltakinum yvirhøvur, vegna Sameindu Tjóðir.

– Hav altíð onkran við tær

Í ár er høvuðsevnið fyri degnum at "gera eitt ting til at bjarga lívum", og hava tey í Svimjisambandinum valt at hava sum høvuðsboðskap fyri tiltakinum í ár, "hav altíð onkran við tær".

– Hetta tí at vit vita frá hagtølum, at nógvar druknivanlukkur henda, tá ið fólk eru einsamøll. Hartil er boðskapurin eisini, at læra sum flest at vera tryggir svimjarar og lívbjargarar, ið altíð hugsa um trygdina, tá ið vandi er fyri at kunna drukna, umframt at ansa eftir at serliga smábørn ikki hava ov lætta atgongd til at kunna seta seg í vanda.

Eitt, sum WHO eisini leggur upp til, er at "fara í blátt" fyri at varpa ljós á hendan dag, við at lýsa upp okkurt eyðkent við bláum ljósi. Her hava tey fingið eina røð av samstarvsfeløgum ið vilja lýsa upp bygningar og annað, skrivar Svimjisamband Føroya.

– Meira verður at frætta hesar næstu dagarnar. Áhugaði kunnu lesa meira á sergjørdu heimasíðuni druknifyribyrging.fo, umframt á heimasíðuna hjá Svimjisambandinum ssf.fo, og á facebook.com/svimfor og instagram.com/svimfor/

Í Føroyum drukna trý fólk um árið

Í heimshøpi drukna í minsta lagi 236.000 fólk á hvørjum ári, harav helvtin eru undir 30 ár, og harav menn eru tvær ferðir sannlíkari at drukna enn kvinnur, siga tey í Svimjisambandinum.

Í Føroyum drukna umleið trý fólk fólk um árið, sambært skráseting hjá Landslæknanum síðani 2000. Tilsamans er talan um 45 fólk, harav 12 vóru undir 30 ár (27%) og harav 41 vóru kallkyn (91%).

Lutfalsliga er hetta talið sera høgt, at seks fólk drukna hvørt ár fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í landinum, sum er vanliga samanberingin, siga tey í Svimjisambandinum.

Til samanberingar vóru tøl hjá nøkrum av okkara nærmastu grannalondum í 2019 0,60 fyri Ísland, 0,79 fyri Noreg, 0,49 fyri Skotland, 0,44 fyri Danmark, 0,68 fyri Svøríki, og 0,44 fyri Týskland.

Tølini hjá okkum í Føroyum eru nærri teimum hjá Teiland (6,35) i, Simbabvi (6,21), Myanmar (5,76), Grønland (5,57), Lettland (5,53), Norðurkorea (5,38) og Bangladesj (5,07).

Millum druknivanlukkurnar í Føroyum í áðurnevnda tíðarskeiðnum var ein í svimjihyli, triggjar á havinum, minst 13 vóru við kaikant, og restin var á ymsan hátt nær landi á vøtnum, áum og sjógvi.

– Tað er ikki beinleiðis skrásett - men vitan um hesar ymisku druknivanlukkur sigur okkum, at tey sum drukna, ofta vóru einsamøll, tá ið vanlukkan hendi. Stutt sagt kann sigast, at tey sum drukna í Føroyum, eru serliga tilkomnir menn, sum fara einsamallir onkunstaðni, har vandi er fyri at kunna drukna, skrivar Svimjisambandið.

Nógv fleiri verið í vanda fyri at drukna

– Men hesi tøl eru bara fyri tey sum druknaðu, tvs. har druknivanlukkan endaði við deyða. Tey eru nógv fleiri, sum hava verið í vanda fyri at drukna tó uttan at doyggja.

Í føroyskari Gallup-kanning í 2018 svaraðu 20% av teimum spurdu “Ja” til spurningin “Hevur tú nakrantíð verið í vanda fyri at drukna?”, og í tilsvarandi kanning í 2021 vóru tey 16%.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder