2024-01-26 15:38
            
        
         
                
            Á býráðsfundi í gjár valdi Klaksvíkar býrað at fylgja tilmælinum hjá mentanarnevndini, um at játta tríggjar milliónir krónur í stuðli til Vaprið. Grunnurin Mentanarhúsið hevði annars søkt um stuðul á fimm milliónir krónur.
Í skrivinum til býráðið stóð, at grunnurin hevði vónað at fingið fígging frá løgtinginum, men sum kunnugt fyriliggur ongin fígging á fíggjarlógini í 2024. Tí hevur býráðið nú játtað eina eykajáttan, soleiðis at verkætlanin kann førast á mál.
Eftir ætlan skal bygningurin yvirtakast 31. januar.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald