Uttanlands

Vatnflóð í New York eftir ógvusligt regn

Leivdirnar av ódnini Ida elva til stórar trupulleikar í amerikanska stórbýnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-02 10:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ógvusligt avfall hevur verið í amerikanska stórbýnum New York. So nógv regn er komið niður, at so at siga allar undirgrundstoklinjurnar standa undir í vatni, og tí koyra ongi tok í løtuni, skrivar New York Times.

Illveðrið hevur fingið borgarstjóran í býnum, Bill de Blasio, til at lýsa býin í neyðrættarstøðu.

- Vit eru í eini søguligari veðurstøðu í kvøld við metstórum mongdum av regni í øllum býnum, ógvusligum vatnflóðum og vandamiklari støðu úti á vegunum, skrivaði hann á Twitter beint fyri midnátt í gjárkvøldið, lokala tíð.

Tað eru leivdirnar av ódnini Ida, ið skapa trupulleikar í stórbýnum. Ida legði leiðina norðureftir eftir at hon sunnukvøldið rakti statin Louisiana. Hetta hendi bert eina góða viku eftir at ódnin Henri eisini elvdi til at bæði vegir og metrostøðir í New York floymdu yvir.

BBC skrivar, at ein persónur hevur latið lív orsaka av storminum. Hetta hendi í Passaic í New Jersey. Eisini eru minst níggju heim oyðiløgd í býarpartinum Mullica Hill, eisini í New Jersey.

Amerikanska veðurstøðin máldi 8 sentimetrar av regni innan fyri ein tíma í Central Park í New York. 

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder