Uttanlands

Vatnflóð í Pakistan: Heita á altjóða samfelagið um hjálp

Síðan juni hava fleiri enn 1.000 fólk latið lív, og nógv onnur eru noydd úr heimi teirra

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-28 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hevur Pakistan verið rakt av ógvusligum vatnflóðum, og landið heitir nú á altjóða samfelagið um hjálp.

USA, Stórabretland, Sameindu Arabisku Emiratini og fleiri onnur lond hava longu sent hjálp, men tørvur er á meira hjálp, sigur embætisfólk frá pakistanska innlendismálaráðnum.

Síðan juni mánað hava fleiri enn 1.000 fólk latið lív orsakað av vatnflóðunum, meðan fleiri milliónir eru noydd úr heimi teirra. Hóast landið, sum hevur verið rakt av fíggjarligum trupulleikum, ger alt tað, sum tað kann fyri at hjálpa fólkinum, er tørvur á hjálp frá umheiminum eisini.

Enn er ikki greitt, hvussu umfatandi skaðin er, men íbúgvar lýsa vatnflóðirnar sum tær ringastu, tey hava upplivað, skrivar Ritzau.

Fríggjadagin upplýsti pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, at 33 milliónir íbúgvar vóru raktir av umfatandi vatnflóðunum, og at 220.000 heim vóru oyðiløgd. Eisini høvdu 500.000 heim fingið stóran skaða.

Í regntíðini í 2010 lótu fleiri enn 2.000 fólk lív í Pakistan, tá ein fimtingur av landinum stóð undir vatni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder