Vatnflóð í Sibiria hevur kravt fimm mannalív, og fleiri hundrað eru særd, skrivar Politiken.
Vatnflóðin hevur rakt fleiri enn 4000 hús í uml. 50 bygdum og gott 10.000 íbúgvar.
350 fólk hava fingið skaða, og uml. 100 av teimum hava verið ella eru í viðgerð á sjúkrahúsinum. Eisini eru fleiri onnur saknað.
Økið nærindis býnum Irkutsk hevur í fleiri dagar verið plágað av ógvusligum avfalli.
Vatnflóðin hevur eisini elvt til, at fleiri brýr og vegir í økinum hava fingið skaða. Neyðugt hevur verið at flyta nógv fólk burtur í bátum og tyrlum.
Í gjár kom russiski forsetin, Vladimir Putin beinleiðis aftur frá G20-toppfundinum í Japan, og hann hevur lýst undantaksstøðu í økinum og hevur lovað hjálp til tey, ið eru rakt av hesum.
Vatnflóðin er tann seinasta av fleiri náttúruvanlukkum, sum Sibiria hevur upplivað. Áður hevur turkur verið í økinum, sum hevur elvt til skógareldar, sum hava oyðilagt bæði hús og grøði.
Myndugleikarnir í Russlandi hava ávarað um, at støðan kann gerast verri, av tí at tað sær út til at fara at regna enn meira í Landsynningsrusslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald