2021-08-12 10:12
Stórar regnmongdir føra nú til vatnflóð og í norðrara parti av Turkalandi. Fráboðanir eru komnar um fýra fólk, sum eru deyð nærhendis býin, Kastamonu, har vatnflóðin hevur gjørt størst skaða, skrivar Reuters.
Fleiri vegir og brúgvar eru oyðiløgd, og íbúgvar í økinum eru fluttir burtur við tyrlu.
Sambært lokalu veðurfrøðingunum, skuldi regnið verið hasað av aftur í morgin, skrivar dr.dk.
Turkaland hevur í summar eisini verið rakt av ógvusligum skógar- og náttúrueldum, sum hava brent niður stór øki fram við suðurstrondini í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald