Uttanlands

Vatnflóð kravt í minsta lagi 133 mannalív í Týsklandi

Fleiri fólk eru saknað, og í minsta lagi 618 fólk eru særd – Holland, Belgia, Luksemborg og Sveis eru eisini rakt

Bad Neuenahr-Ahrweiler, Týskland (Mynd: EPA)

Bad Neuenahr-Ahrweiler, Týskland (Mynd: EPA)

2021-07-17 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stóra vatnflóðin, sum seinastu dagarnar hevur herjað í vestara partinum av Týsklandi, Hollandi, Belgia, Luksemborg og Sveis, hevur kravt fleiri mannalív.

Í Týsklandi hava í minsta lagi 133 fólk latið lív, men løgreglan í Týsklandi heldur, at talið á deyðum fer at vaksa, av tí at fleiri fólk enn eru saknaði. Eisini varð upplýst í morgun, at í minsta lagi 618 fólk eru særd.

Eitt av harðast raktu økjunum er týski staturin Rheinland-Pfalz, har í minsta lagi 90 fólk hava latið lív, skrivar Ritzau.

Enn er eingin samlað uppgerð yvir, hvussu nógv tilsamans hava latið lív í Týsklandi, Belgia, Sveis, Luksemborg og Hollandi, men í Belgia er higartil boðað frá 20 andlátum.

Men vatnflóðin hevur ikki bara kravt nógv mannalív, hon hevur eisini oyðilagt fleiri heim og elvt til stórar ferðsluavbjóðingar í teimum raktu økjunum. Eisini hava verið fráboðanir um, at fólk mangla reint drekkivatn og aðrar veitingar, og at trupulleikar eru við fartelefonnetinum í støðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder