Innanlands

Vatnið dálkað í Kollafirði, Signabø og Oyrareingjum

Mælt verður til at fólk í hesum bygdum kóka vatnið, áðrenn drukkið verður – Kommunan roknar við, at vatnið er reint aftur mikudagin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-13 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin boðaði Tórshavnar kommuna frá, at vandi var fyri, at vatnið í Kollafirði var dálkað orsakað av trupulleikum á vatnverkinum. Nú boðar kommunan frá, at vatnið er dálkað í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø.

Orsøkin er tekniskt brek á vatnverkinum.

Mælt verður tí til, at borgarar í hesum bygdum kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, til nærri boð verða givin.

Roknað verður við, at vatnið er reint aftur mikudagin í komandi viku, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder