Kreppustøða er í norðurgrønlendska býnum Uummannaq tí almenna vatnveitingin er oljudálkað
Grønlandska kringvarpið skrivar, at býurin nærmast er støðgaður í dag orsaka av dálkingini. 183 næmingar og 28 lærarar hava fingið frí, tí skúlin í býnum, Atuarfik Edvard Kruse, er stongdur.
Sama er galdandi fyri tey bæði flakavirkini í býnum. Avannaa Seafood upplýsir fyri KNR, at fyritøkan hevur sent øll síni starvsfólk heim, og sama er galdandi fyri Royal Greenland.
Orsakað av einum óhappi, er transformaraolja blandað í drekkivatnið í býnum, kom fram fríggjadagin. Tí verður rátt vatn, sum hvørki er reinsað ella klorað, nú pumpað út til brúkararnar.
Tað er ikki einans skúlin og flakavirkini, sum eru stongd í dag. Fleiri onnur støð, so sum ítróttahøllin, matstøð og bakaríið í býnum hava verið noydd at steingja, skrivar KNR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald