2019-09-07 12:40
Mikudagin vórðu fólk í Havn mæld til at kóka drekkivatnið, av tí at bakteriur vórðu staðfestar í vatninum.
Í dag boðar Tórshavnar kommuna frá, at enn vórðu smáar nøgdir av bakterium staðfestar í vatninum frá vatnverkinum í Villingadali, tá royndir vórðu tiknar í gjár. Tí stendur kókitilmælið enn við.
Men vatnið úr Havnardali er reint, og tí nýtast fólk í vesturbýnum og á Argjum ikki longur at kóka vatnið.
Ein nýggj roynd er tikin, og úrslitið fyriliggur mánadagin, og tá fæst meira at vita, sigur kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald