Stóra økið har Sjómannadagurin í Klaksvík verður hildin hvørt, tekur av álvara skap. Fyrireikarnir siga, at tað hevur gingið ómetaliga væl at fingið tiltakið á føtur aftur í ár, og vælvildin frá fyritøkum og einstaklingum er stór.
Ætlanin var upprunaliga, at fiskikapping og vatnkríggj skuldu flytast til hósdag, men av givnum orsøkum, verður hildið fast við fríggjadagin, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár.
Kl. 17 fríggjadagin byrjar fiskikappingin á Kósabrúnni. Eins og undanfarin ár, verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3 í hesum bólkunum: Dreingir undir skúlaaldur, gentur undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri og gentur í skúlaaldri. Eisini verður steyp og gáva latin til tann, ið fiskar størsta fiskin.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við. Agn verður útflýggjað á bryggjuni.
Klokkan 18 byrjar risastóra vatnkríggið millum bátar og skip á vágni í Klaksvík. Umframt verjuskipini, og fleiri onnur bæði størri og smærri skip og bátar, verður skipið Rólant, ið Bakkafrost eigur, eisini við vatnkrígnum í ár.
Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á vágni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.
Silgt verður í ring inni á vánni og kríggið endar tá sjóverjuskipið Brimil blæsur tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald