Uttanlands

Vatnlitamynd frá 1997 seld fyri 13 milliónir krónur

Talan var um kápumyndina til fyrstu Harry Potter bókina, og er hon ein av dýrastu Harry Potter-lutunum, sum nakrantíð eru seldir á uppboðssølu

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-06-27 19:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin varð ein vatnlitamynd frá 1997 seld á uppboðssølu hjá auktiónshúsinum Sotheby's í New York fyri 1,9 milliónir dollarar - umleið 13 milliónir krónur.

Talan var um upprunaligu vatnlitamyndina, sum varð brúkt til kápumynd til fyrstu Harry Potter bókina "Harry Potter and the Philosopher's Stone" (á føroyskum: Harry Potter og vitramannasteinurin), sum bretska forlagið Bloomsbury gav út.

Sambært bretskum miðlum er talan um ein av dýrastu Harry Potter-lutum, sum nakrantíð eru seldir á uppboðssølu. Undan uppboðssøluni varð mett, at endaligi prísurin fór at verða millum 400.000 og 600.000 dollarar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hendan myndin endar á uppboðssølu. Fyrstu ferð var hjá Sotheby's í London í 2001. Tá varð heimskenda bókarøðin um unga gandakallin enn ikki liðugt skrivað, og fór myndin fyri bert 108.500 dollarar.

Teknað av ungum listamanni
Listafólkið handan myndina er Thomas Taylor, sum tá bert var 23 ára gamal. Hann skrivar á sína heimasíðu, at hann var tveir dagar um at gera myndina, og var hann sera væl nøgdur við endaliga úrslitið.

Taylor arbeiddi í einum bókhandli í Cambridge í 1996, tá hann fekk hug at bjóða seg fram at myndpryða bøkur fyri forløg. Eitt forlag, hann setti seg í sambandi við var Bloomsbury, sum gav honum uppgávuna at gera eina kápumynd til fyrstu Harry Potter bókina.

Taylor var tí ein av teimum fyrstu, sum las handritið til fyrstu Harry Potter bókina. Hann iðrar seg tó um, at hann ikki keypti sær eitt eintak av fyrstuútgávuni. Har vórðu nevniliga bert gjørd umleið 500 innbundin eintøk av fyrstu prentingini, og meginparturin var latin bókasøvnum. Men hansara arbeiðspláss hevði tíggju eintøk.

– Vita tit, hvussu nógv eg keypti? Einki. Ja, tit lósu rætt. Eg keypti ikki eitt einasta eintak av tí, sum seinni bleiv ein virðismikil savnaragripur, skrivar hann.

Fyrr í hesum mánaðinum varð ein av fyrst prentaðu útgávunum av "Harry Potter and the Philosopher's Stone" seld á uppboðssølu fyri 45.201 bretsk pund, ið svarar til nærum 400.000 í okkara krónum.

Í dag eru yvir 500 milliónir eintøk av Harry Potter-bókunum seld kring heimin, og røðin er umsett til yvir 80 ymisk mál, umframt at ein filmsrøð eisini er gjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder