
Vakra og friðsæla vetrarveðrið við nógvum kulda kemur ikki væl við hjá Sev.
Tí kuldin førir til frostbinding, tey kalla, og tað ger at lítil og ongin vatnorkuframleiðsla er í løtuni, upplýsir Sev á Facebook.
Myndina omanfyri hevur Jan Nielsen á Sev tikið av byrgingini á Mýrunum oman fyri Vestmanna.
Heimasíðan hjá Sev upplýsir alla tíðina um, hvussu framleiðslan er, og seinnapartin í dag komu næstan 78 prosent av streyminum frá oljuverkum, meðan 15 prosent komu frá vindmyllum og bara seks prosent frá vatnorkuverkunum.
Vatnorkuframleiðslan er ongin á Eiðisverkinum, Fossáverkinum, á Strond á Borðoynni og í Botni í Suðuroy. Tað syndrið, sum kemur úr frystu vatngoymslunum kemur frá Mýrunum og Heygaverkinum í Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald