Mentan

Páls Høll fær vatnrussjibreyt

Ein vatnrussjibreyt, sum er góðar 14 m long, er bíløgd, og verður hon sett upp í vár, sigur Vágs kommuna

2020-02-01 13:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna hevur í longri tíð arbeitt við ætlan um at gera Páls Høll meiri innbjóðandi til børn og ung – og nú er vatnrussjibreyt bíløgd, sum verður sett upp í vár.

Talan er um vatnrussjibreyt sum er góðar 14 m. long og sum “endar” úti í langhylinum. Vatnrussjibreytin er tó gjørd soleiðis, at seinasti parturin kann takast av, soleiðis at russjibreytin ikki er ein forðing, tá kappingar eru í Páls Høll.

Tað verður áhaldandi arbeitt við at gera Páls Høll meiri innbjóðandi fyri vitjandi, og við russjibreytini er greitt, at tað verður enn meiri spennandi hjá børnum og ungum, og barnsligum sálum, at koma í Páls Høll.

Páls Høll fevnir í dag um ein 50 m. hyl, ein heitan barnahyl, vælverudepil við sauna, gosbað, og massagu-rúmum. Tað eru eisini uttandura hitapottar í Páls Høll.

Í Páls Høll er eisini venjingarmiðstøð og eitt kafe-økið. Og í vár verður so vatnrussjibreyt sett upp í Páls Høll.

Niðanfyri sæst mynd av vatnrussjibreytini, soleiðis sum hon kemur at standa í Páls Høll.

– Vágs kommuna

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder