Innanlands

VB-húsið er nú fyri dagføringum

Byrjað verður við at gera vesini, og júst hetta kostar umleið 700.000 krónur. Arbeitt verður í stigum, og skiftingarrúmini standa skjótt fyri tørni

Fleiri dagføringar skulu gerast í framtíðini, og neyðugt er at arbeiða í fleiri stigum í húsinum, sum er frá 1977 (Mynd: vagur.fo)

Fleiri dagføringar skulu gerast í framtíðini, og neyðugt er at arbeiða í fleiri stigum í húsinum, sum er frá 1977 (Mynd: vagur.fo)

2024-02-14 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagføringar í VB-húsinum eru byrjaðar. Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.

- Mentamálanevndin samtykti á seinasta fundi í januar um at gera fleiri dagføringar í VB - húsinum. Tað verður byrja við at gera nýggj vesir. Hettar arbeiði er longu byrjað. At gera hesar dagføringar var eisini staðfest bæði í fíggjarnevndini og einmælt samtykt á seinasta býráðsfundi.

Mælt var til byrja at dagføra vesini í VB húsinum. Í hesum sambandi skal tað millum annað verða syrgt fyri, at atgongd er til fólk við skerdum førleikum. Mett verður at hendan dagførðingin av kostar umleið 700.000 krónur, skrivar vagur.fo.

Fleiri dagføringar skulu gerast í framtíðini, og eitt nú skulu skiftingarrúm skjótt hava eina eina hond. Neyðugt er at arbeiða í fleiri stigum

- Hetta er sera tiltrongd og er altneyðugt. VB húsið er frá 1977, og Ítróttarhøllin er frá 1980, tey treingja bæði til stórar dagføringar. Okur noyðast, at halda áfram og at vilíkahalda og best er at gera hesar dagføringarnar stigvís, tí tað er ov kostnarmikið at gera alt í senn. Arbeiði er byrjað, í ár er jú stór tiltøk fyri framman bæði Dansibandfestivalur og Jóansøkan nærkast.

Hetta sigur Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu. 

Nakað av arbeiði er longu gjørt í VB húsinum og í Ítróttarhøllini - av eldsálum og arbeiðsmonnum hjá Vágs kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder