Innanlands

Veddingarfyritøkur: Kári rýkur í kvøld

Spyrt tú veddingarfyritøkurnar Bet365 og Danske Spil, so fer Kári Fossdalsá í kvøld á X Factor pallin fyri seinastu ferð. Eisini meta tær møguleikan, at Tina rýkur út, vera til staðar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-25 16:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva. 25 ára gamli Kári Fossdalsá av Toftum rýkur út í X Factor í kvøld.

Les eisini: Svenskt hitt og egið lag: Hetta fara Kári og Tina at syngja

Oddsini eru ógvuliga lág. Bæði á Bet365 og hjá Danske Spil fært tú pengarnar 1,33 ferðir aftur við at vedda uppá, at Kári fer út. Toftamaðurin var í fyrsta og triðja liveshow í vandabólkinum, men kom víðari í báðum førum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Seinasta fríggjadag tók hann øll á bóli, tá hann varð atkvøddur beinleiðis víðari.

Kappingin er ógvuliga høg, og bara fimm luttakarar eru eftir. Veddingarfyritøkurnar eru samdar um, at tað verður annaðhvørt Maria Ranum ella Tina Mellemgaard, sum enda í vandabólkinum saman við Kara.

Tina endaði í vandabólkinum á fyrsta sinni seinasta fríggjadag saman við Oliver Antonio. Dómarin Kwamie Liv valdi at taka Tinu við sær víðari í tónleikakappingini.

[object Object]Kwamie Liv og Tina Mellemgaard (Mynd: Sverri Egholm)

Við at vedda uppá at Tina rýkur út, kanst tú fáa pengarnar seks ferðir aftur hjá Bet365 og hjá Danske Spil.

Hinvegin trýr Bet365 eitt sindur meira upp á, at Maria Ranum endar í vandabólkinum heldur enn Tina Mellemgaard. Oddssini fyri at Maria Ranum rýkur, eru 5,50.

Tað er eingin ivi um hvør vinnur X Factor, sambært veddingarfyritøkunum, tí ein fær pengarnar 100 ferðir aftur hjá Bet365, um Mads Moldt gerst ov stuttur.

X Factor 25. mars 2022

Kári 
1,33 Bet365
1,33 Danske Spil

Maria Ranum
5,50 Bet365
6,00 Danske Spil

Tina
6,00 Bet365
6,00 Danske Spil

Mille Bergholtz 
22,00 Bet365
25,00 Danske Spil

Mads Moldt
100,00 Bet365
65,00 Danske Spil

---

Føroyingar kunnu atkvøða
Tað ber til hjá føroyingum at atkvøða, men tað nyttar einki at bíða til X Factor verður sent í Kringvarpinum, tí tá verður sent forskotið. X Factor byrjar sum nevnt á klokkan 19 føroyska tíð, og verður sent á TV2.

Les eisini: Kári og X Factor á stórskíggja á Svangaskarði

Sí eisini: Myndir: Stór smíl av Toftum - X Factor 18. mars

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder