
Seinnapartin og í kvøld verður ódnarveður, og hetta ávirkar fleiri farleiðir hjá Strandferðsluni.
Á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins verður m.a. boðað frá, at fleiri avlýsingar eru á Suðuroyarleiðini.
Smyril siglir av Havnini klokkan 11, av Krambatanga klokkan 14, og av Havnini aftur klokkan 17.30, og síðani verður ikki siglt meira í dag. Fyrsti túrurin av Havnini klokkan sjey leygarmorgunin er eisini avlýstur.
Seinnapartin gevast fleiri bussleiðir eisini at koyra. Talan er um leiðirnar 400, 401, 410, 500, og 504.
Strandferðslan boðar frá, at meira kunning kemur seinni, og at fólk kunnu vænta avlýsingar, broytingar og seinkingar á øllum bygda- og sjóleiðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald