Innanlands

Veðrið ávirkar ferðsluna í morgun

Strandferðslan avlýsir fleiri bussleiðir og teir fyrstu túrarnar um Skopunarfjørð og Nólsoyarfjørð í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-20 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í morgun ávirkar vindurin ferðsluna hjá Strandfaraskipum Landsins.

Smyril sigldi fyrsta túr av Drelnesi klokkan 6 í morgun, men verður liggjandi í Havn, og leggur ikki leiðina suðuraftur fyrr enn klokkan 16, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni.

Fyrstu túrarnir hjá Teistanum og Ternuni eru eisini avlýstir. Ternan fer fyrsta túrin til nólsoyar klokkan 7.45 og Teistin fer fyrsta túrin av Skopun ætlandi klokkan 8.10.

Fleiri av Bygdaleiðunum eru eisini avlýstar fyribils.

Í Suðuroy er ongin koyring á leið 701, sum er millum Famjin og Sandvík. Í Eysturoynni er fyribils ongin koyring á leið 481 til Oyndarfjarðar, og í Sundalagnum eru leiðirnar 200, 201 og 202 fyribils støðgaðar. Talan er um leiðirnar av Oyrarbakka til ávikavist Eiðis, Gjáar og Tjørnuvíkar.

Eisini leiðirnar 500 til Viðareiðis og 504 til Kunoyar eru avslýstar fyribils, upplýsir Strandferðslan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder