2024-10-05 12:58
Veðurstovurnar boða frá illfýsnum veðri um vikuskiftið, og hetta ávirkar oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni.
Fyri veður er eingin sigling millum Sand og Skúvoy í dag, og tað sama er galdandi fyri siglingina millum Sørvág og Mykines.
Strandferðslan boðaði longu seinnapartin í gjár frá, at fyri veður kann roknast við broytingum ella avlýsingum á suðuroyarleiðini sunnudagin og mánadagin. Enn er eingin broyting ella avlýsing fráboðað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald