
Tað er nógvur vindur ymsastaðni kring landið, og eins og í síðstu viku hevur verið neyðugt hjá Strandferðsluni at avlýst ymsar túrar á ymsum leiðum í dag.
Hjá Bygdaleiðum eru í løtuni níggju leiðir, ið ikki koyra, sambært yvirlitinum ovast á heimasíðuni ssl.fo.
Millum hesar er leiðin millum Tórshavn og flogvøllin.
Eingin sigling hevur verið fyrrapartin á Nólsoyarleiðini. Strandferðslan skrivar soleiðis:
- Fyri veður er fyribils ongin sigling á leið 90 í morgun, mikudag 12. januar. Siglt verður aftur úr Havnini kl. 16:20, og siglt veðrur smbr. ferðaætlan.
Tórshavnar kommuna boðar eisini frá, at í løtuni koyra leið 6 og 7 ikki - hetta orsakað av nógvum vindi. Talan er um leiðirnar, sum koyra til bygdirnar. Eftir ætlan taka tær koyringina uppaftur klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald