
Illveðrið í dag ávirkar siglingina á suðuroyarleiðini hjá Strandferðsluni.
Fyrstu túrarnar hjá Smyrli í morgun - av Krambatanga klokkan 8.30 og av Havnini klokkan 11 eru avlýstir, og verður fyrsti túrurin eftir ætlan siglt av Krambatanga klokkan 13, skrivar Strandferðslan.
Smyril siglir síðani av Havnini aftur klokkan 15.30, og so verður ikki siglt meira í dag.
Bygdaleiðir í Suðuroynni koyra til og frá fráferð og komu hjá Smyrli.
– Øll, sum hava bílagt ferðaseðil til avlýstu túrarnar, fáa peningin endurgoldnan. Vit mæla ferðandi, sum høvdu bílagt pláss á avlýstu túrunum, til at bíleggja sær pláss á túrunum klokkan 13 og 15.30, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald