
Orsakað av nógva vindinum í dag, eru fleiri avlýsingar og broytingar á sjóleiðunum hjá Strandferðsluni seinnapartin og í kvøld. Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.
Fráferðin hjá Smyrli av Havnini, sum skuldi vera klokkan 19 verður flutt til klokkan 20.30.
Á Nólsoyarleiðini er túrurin av Havnini klokkan 22 og úr Nólsoy 22.25 avlýstur.
Á Sandoyarleiðini varð túrurin klokkan 15.30 og túrurin klokkan 16.15 avlýstur. Strandferðslan boðar frá, at síðsti túrurin úr Skopin eftir ætlan verður klokkan 18.35, og at síðsti túrurin av Gomlurætt, sum skuldi vera klokkan 20, verður framskundaður til klokkan 19.15
Á Hestleiðini verða túrarnir klokkan 19.10 og 19.30 ikki sigldir.
Fyribils er eingin sigling millum Sandoy og Skúvoy.
Leiðirnar 700 og 701 eru givnar at koyra fyri í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald