2021-11-10 07:55

Aftur í morgun er Strandferðslan ávirkað av illveðrinum.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni verður boðað frá, at har fyribils eingin koyring er millum Fámjin og Tvøroyri á leið 701. Heldur ikki er nøkur koyring á leið 481 – millum Skálabotn og Oyndarfjørð – í morgun. Møguliga verður koyringin tikin uppaftur seinnapartin, verður sagt.
Fyri veður er fyribils heldur eingin sigling á leið 85 millum Skopun og Gomlurætt. Møguliga verður ein túrur sigldur seinnpartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald