Nógvur vindur hevur verið seinastu tímarnar, og hetta ávirkar Strandferðsluna í morgun.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni verður upplýst, at fyribils er eingin koyring á leiðunum 700, 701, 600, 601, 650, 100 og 300.
Fráferðin hjá Smyrli av Havnini klokkan 11 er eisini flutt til klokkan 14, og á Nólsoyarleiðini verða túrurin av Havnini klokkan 13 og úr Nólsoy klokkan 13.25 ikki sigldir.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tey, hóast nógvur vindur hevur verið, ikki hava fingið nakrar fráboðanir um vindskaðar í nátt.
Ein fráboðan kom tó úr Trongisvági klokkan hálvgum níggju í morgun. Hon snúði seg um eitt vindeyga í einum sethúsum, sum var farið.
Boðað verður frá nógvum vindi kring landið. Koyrilíkindi hjá Landsverki síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald