2024-11-16 10:30
Fyrrapartin eru Bygda- og oyggjarleiðir hjá Strandferðsluni framvegis ávirkaðar av illveðrinum.
Fyrsti túrurin hjá Smyrli varð ikki sigldur í morgun, og fyrstu túrarnar hjá Sam klokkan 10 úr Klaksvík og klokkan 10.20 úr Syðradali vórðu heldur ikki sigldir. Teistin siglur heldur ikki í løtuni, men siglingin á Nólsoyarleiðini verður tikin uppaftur klokkan 12.30, skrivar Strandferðslan.
Nógvar av bygdaleiðunum koyra heldur ikki í løtuni, men koyringin verður eftir ætlan tikin uppaftur seinnapartin:
- Leið 650: Fyrsta fráferð verður úr Havnini kl. 14:05 og av Sandi kl. 14:50
- Leið 300: Fyrsta fráferður verður úr Havnini kl. 12:45 og úr Sørvági kl. 14:15
- Leið 100: Fyrsta fráferð verður úr Vestmanna kl. 14:15 og og úr Havnini kl. 15:25
- Leið 600: Fyrsta fráferð er úr Skopun kl. 14:35.
- Leið 601: Túrarnir á leið 601 kunnu tilkallast eftir kl. 14:35.
- Leið 506: Fyrsta fráferð verður úr Trøllanesi til Syðradals kl. 13:45.
- Leið 500: Fyrsta fráferð verður úr Klaksvík kl. 14:15.
- Leið 450: Fyrsta fráferð verður úr Havnini kl. 13:05.
- Leið 410: Fyrsta fráferð verður úr Klaksvík kl. 13:10.
- Leið 400: Fyrsta fráferð verður úr Klaksvík kl. 13:25 og úr Havnini kl. 15:25.
Dagførd kl. 10.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald