
Illveðrið ávirkar eisini siglingina og koyringina hjá Strandferðsluni fyrrapartin.
Á heimasíðuni ssl.fo boðar Strandferðslan frá, at fyribils er eingin koyring á leið 100 millum Tórshavn og Vestmanna, leið 300 millum Tórshavn og Flogvøllin, leið 450 millum Skálafjørðin og Kollafjørð, og leið 101 millum Tórshavn og Gomlurætt. Bygdaleiðir í Suðuroynni koyra eftir týsdagsferðaætlanini.
Leiðirnar 504 millum Klaksvík og Kunoy og 500 millum Klaksvík og Viðareiði koyra heldur ikki um byrgingina til Kunoyar í morgun.
Smyril siglir eisini sambært týsdagsferðaætlanini í dag, tó var fyrsti túrur av Krambatanga klokkan seks í morgun. Eingin sigling er á Nólsoyarleiðini fyrrapartin. Fyrsti túrur verður klokkan 12.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald