Innanlands

Veðrið darvar eisini flogferðsluni

Tvær komur og tvær fráferðir eru avlýstar. Eitt flogfar fer tó møguliga til Keypmannahavnar seinnapartin og eitt stendur at lenda í kvøld

(Mynd: Fae.fo)

(Mynd: Fae.fo)

2024-01-31 07:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar komur og tríggjar fráferðir skuldu upprunaliga vera til/frá Vága Floghavn í dag, men nógvi vindurin ávirkar føroysku flogferðsluna.

Bæði á atlantic.fo og á fae.fo verður upplýst, at fýra av teimum seks túrunum eru avlýstir.

Talan er um ætlaðu fráferðirnar til Oslo og Keypmannahavnar í morgun, og um flogførini sum skuldu koma aftur úr júst somu støðum stutt eftir døgurða. 

[object Object]
Skíggjamynd: atlantic.fo

Sum sæst omanfyri, so standa tveir túrar - til og úr Keypmannahavn - framvegis á skemanum. So er bara spurningurin, um veðrið verður so mikið nógv betri, at tað fer at bera til.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder