Veðrið hevur verið rættiliga ringt bæði í gjárkvøldið og í nátt, og nógvi vindurin og avfallið hevur bæði elvt til ferðslutrupulleikar, streymslit og húsaskaðar.
Fleiri bilar hava staðið fastir á eitt nú Gøtueiði, á Velbastaðhálsi og við Vestmannavegin, og hava fólk tí verið noydd tat lata bilin standa, tá tey ikki sluppu víðari.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at neyðugt hevur verið at sent boð eftir Landsverki at fáa tey at flyta bilar.
Higartil hevur løgreglan eisini fingið tvær fráboðanir um húsaskaðar orsakað av vindinum. Eina á Sandi og eina í Suðuroynni.
Fleiri smá ferðsluóhapp vórðu eisini skrásett í gjár, har bilar vórðu farnir á glið í hálkuni. Eitt ferðsluóhapp var á Sandi, eitt í Havn, eitt á Streymnesi, og eitt við Velbastaðháls. Men hvørki akfør ella fólk fingu nakran skaða, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald