2024-09-13 17:10
Bryggjulaksur flytir inn í Perluna og Reinsaríið vegna veður.
Nú tá veðurgudarnir ikki eru við okkum leygardagin, hava fyriskipararnir valt at hava stóra laksatiltakið innandura, so fólk sleppa undan at hugsa um vind og regn, meðan tey njóta góðan og frískan laks.
Hesum boða fyriskipararnir frá.
Hetta merkir, at Bryggjulaksur - har tú kann royna 11 ymiskar rættir púra ókeypis – verður í hugnaligu hølunum í Perluni og Reinsarínum. Og tað er leygardagin 14. septembur kl. 11-16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald