Innanlands

Veðrið framskundar túrar hjá Smyrli

Smyril fer av Krambatanga týsmorgun klokkan seks og av Havnini aftur klokkan hálvgun níggju

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-29 20:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður boðað frá ringum veðri næstu dagarnar, og tað hevur sína ávirkan á ferðaætlanina já Smyrli.

Strandferðslan boðar frá, at fráferðin Smyril av Krambatanga verður klokkan 6 týsmorgunin og ikki klokkan 7 sum vanligt. Eisini fráferðin úr Havn er framskundað. Siglt verður av Havnini klokkan 8:30, og ikki klokkan 13 sum vanligt.

Eisini sigur Strandferðslan, at vegna vánaliga veðurforsøgn fyri mikudagin aknn roknast við, at eingin sigling verður fyrrapart á suðuroayrleiðini.

Á øðrum leiðum hjá Strandferðsluni skal eisini roknast við broytingum og avlýsingum týsdagin og mikudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder