Innanlands

Veðrið: Hvassur stormur í støðum

Fyrrapartin í morgin minkar vindurin eitt sindur

2024-01-26 15:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veðrið er einki serligt nú seinnapatin og føroyska veðurstovan boðar heldur ikki frá betri veðri næsta samdøgrið.

Hvassur vindur ella skrið sunnan og av útsynningi, 15 til 20 m/s. Í nátt skrið ella stormur sunnan, 18 til 23 m/s, í støðum hvassur stormur 25 m/s. Samdrigið og regn ella vátakavi.

Fyrrapartin í morgin minkar vindurin og gongur upp í strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður við regn ella vátakava. Hitin 2 til 6 stig, sigur Veðurstova Føroya.

Veðrið á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder