Innanlands

Veðrið kann darva Prince í morgin

Strandferðslan boðar frá, at broytingar kunnu koma í ferðaætlanina

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2019-10-04 10:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins er ein kunngerð um leið 7, Tvøroyri-Tórshavn, sum snýr seg um vánaliga veðurforsøgn kann darva siglingini leygardagin 05.10.2019.

SSL skrivar, at broytingar kunnu væntast í siglingini hjá Prince í morgin, og heitt verður á ferðandi um at kunna seg á alnótini í morgin. Sambært ferðaætlanini siglir avloysaraskipið hjá Smyrli av Krambatanga klokkan 08 og klokkan 17, og av Havnini klokkan 11 og klokkan 20. 

Les eisini: Smyril fer eftir ætlan av skipasmiðju næsta leygardag

Sambært forsagnunum kunnu væntast umleið 20 m/s, tá tað er ringast. Av tí at tað er landsynningur, sum er ein keðlig ætt á Suðuroyarleiðini, og tí at Prince ikki kann sigla í eins ringum veðrið og stórar aldu sum Smyril, so kunnu brotyingar koma í, í morgin.  

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder