Innanlands

Veðrið órógvar koyring og sigling hjá Strandferðsluni

Fyrstu túrarnir hjá Smyrli verða ikki sigldir, eingin sigling verður til Nólsoyar, Svínoyar og Fugloyar, og fleiri bygdaleiðir koyra ikki fyrrapartin

Smyril (Mynd: Bjartur Vest)

Smyril (Mynd: Bjartur Vest)

2021-02-21 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri veður kunnu seinkingar, broytingar og/ella avlýsingar væntast á øllum bygda- og oyggjaleiðum í dag, boðar Strandferðslan frá.

Túrarnir hjá Smyrli av Krambatanga klokkan 8.30 og av Havnini verða ikki sigldir í dag, og øll siglingin á Nólsoyarleiðini og á leiðini millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy er avlýst.

Leið 600 hjá bygdaleiðum koyrir fyrsta túrin úr Skálavík klokkan 15.35, og leiðirnar 700 og 701 koyra bert til og frá túrunum hjá Smyrli.

Leiðirnar 100, 101 og 300 koyra heldur ikki fyrrapartin.

Leið 100 byrjar at koyra úr Vestmanna klokkan 14.15, og klokkan 15.20 úr Havnini. Leið 101 byrjar at koyra klokkan 16.45 úr Havnini, og leið 300 byrjar at koyra úr Havnini klokkan 12.40, og 13.55 úr Sørvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder