Tað er ikki bara í Føroyum, at veðrið hevur verið til ampa fyri ferðsluna.
Í Grønlandi hevur kavin og hvassi vindurin ávirkað flogferðsluna í meginpartinum av landinum, umframt ferðsluna í høvuðsstaðnum Nuuk, har fleiri bilar hava sitið fastir í kavanum.
Í gjár avlýsti Air Greenland allar flogferðir fyri restina av degnum, og hetta hevur ávirkað fleiri hundrað ferðafólk.
Hóast veðrið er batnað eitt sindur í dag, hevur Air Greenland kortini avlýst fleiri flogferðir frá Nuuk til ávikavíst Maniitsoq og Narsarsuaq, skrivar Sermitsiaq.
Sambært DMI kunnu fólk í Vesturgrønlandi vænta meira kavaæl og kavarok í dag, og í Suðurgrønlandi kunnu fólk vænta sær hvassan vind av landnyrðingi, sum minkar seinni á degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald