Innanlands

Veðrur fyri 36.500 krónur

Talan er helst um dýrasta veðrin í Føroyum nakrantíð. Hann varð keyptur á uppboðsølu á Heystfagnaðinum á Eiði leygardagin

Dýri veðrurin sæst her (Mynd: Jógvan í Skorini)

Dýri veðrurin sæst her (Mynd: Jógvan í Skorini)

2019-10-21 16:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðoyingar eiga helst Føroya dýrasta veðr. Hetta er greitt eftir vikuskifti, tá árligi heystfagnaðurin á Eiði var á skránni.

Tað er fastur táttur at uppboðsøla er. Fyrireikararnir boða frá, at í ár 
vórðu 11 lambskrov, 1 básalamb, 3 neytafjórðingar og ein veðrur seld. Tað er serligur spenningur á Eiði um, hvussu nógvan peningin útvaldi veðrurin fer fyr, og í ár var einki undantak. 

Tað var bólkurin av norðyingum, ið vann kappbjóðingina móti bólkinum av eiðismonnum. Báðir bólkarnir høvdu sligið seg saman fyri at fáa fatur á veðrinum. Veðrurin fór fyri heili kr. 36.500,00, og ungu norðoyingarnir høvdu reiðan pening við sær og goldu á staðnum. Peningurin fer til at víðari útbyggja tiltakið.

Til ber at síggja endan av uppboðssøluni á jn.fo. Upptøkuna eigur Jóanis Albert Nielsen

Talan er helst um dýrasta veðr í Føroyum nakrantíð, verður sagt av Eiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder