Uttanlands

Veðurlagsráðharrin innstillaður til ES-nevndarlim

Dan Jørgensen hevur drúgvar royndir í altjóða politikki, og er sjálvskrivaður til embætið, segði Mette Frederiksen í dag

Dan Jørgensen er núverandi ráðharri við veðurlagsmálum og menningarsamstarvi í donsku stjórnini (Mynd: EPA)

Dan Jørgensen er núverandi ráðharri við veðurlagsmálum og menningarsamstarvi í donsku stjórnini (Mynd: EPA)

2024-08-28 18:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Núverandi danski ráðharrin við veðurlags- og menningarmálum, Dan Jørgensen, er í dag innstillaður, at vera danskt umboð í komandi ES-nevndini.

Tað boðaði Mette Frederiksen, stjórnarleiðari, frá á tíðindafundi í dag, har danska stjórnin eisini boðaði frá øðrum broytingum í stjórnini.

Freistin hjá ES-limalondum at koma við evnum, at manna nýggju ES-nevndina við Ursulu von der Leyen á odda, er við at nærkast, og í dag varð danska tilnevningin so almannakunngjørd. Harvið er tað eisini greitt, at fyrrverandi radikali fólkatings- og stjórnarlimurin, Margrethe Vestager, ikki heldur fram í ES-nevndini.

Hetta kom ikki óvæntað, tí radikali vinstriflokkurin ikki longur er partur av danska stjórnarsamstarvinum, har sosialdemokratarnir nú samstarva til høgru við moredata flokkin og vinstraflokkin.

[object Object]Forfólkini í stjórnarflokkunum á tíðindafundi í dag. Frá vinstru Troels Lund Poulsen, Venstre, Mette Frederiksen, Sosialdemokratiet, og Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne (Mynd: EPA)

- Tað eru fleiri orsøkir til at tilnevna Dan Jørgensen. Drúgvar politiskar royndir er ein. Dan hevur verið fólkatingslimur í nógv ár, hevur verið ráðharri í fleiri stjórnum og hevur eisini sitið í ES-tinginum í tvey valskeið, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum í dag.

Áðrenn Dan Jørgensen kann kalla seg ES-nevndarlim – ella kommiserur – skal hann gjøgnum eina hoyring í ES-tinginum. Eftir at øll tey tilnevndu eru hoyrd, skal ES-tingið atkvøða um samlaðu ES-nevndina og nevndarforfólkið. Tingið hevur vald at vraka uppskotini.

Mette Frederiksen leggur dent á, at Dan Jørgensen hevur breiðar altjóða royndir frá bæði ES og ST og at tað tí var upplagt at innstilla hann. Eitt nú hevur hann havt ein ávirkandi leiklut í samráðingunum á altjóða veðurlagsrundunum, sum hava verið hesi seinastu árini.

Margrethe Vestager røkir framvegis embætið sum ES-nevndarlimur fyri Danmark, og hetta kemur hon at røkja í nakrar mánaðir afturat, skrivar Ritzau.

Grønur trípartaráðharri og tveir afturat

Á tíðindafundinum í dag varð eisini boðað frá broytingum í stjórnini. Talan er um at seta á stovn trý nýggj ráðharraráð. Talan verður ein evroparáðharra, sum fær sum høvuðsábyrgd at fyrireika danska formansskapin í Evropasamveldinum 1. juli næsta ár.

Hartil skal vera ein ráðharri fyri samfelagstrygd og tilbúgving og endiliga verður talan um ein nýggjan ráðharra við ábyrgd av grønu trípartaavtaluni.

  1. juni í ár kunngørdi stjórnin eina grøna avtalu, sum hevur til endamáls at umleggja danska landbúnaðin, og eitt nú seta avgjald á CO2 útlát frá húsdjórum. Talan er ikki um eina avtalu, sum fólkatingið hevur samtykt enn, men um eina avtalu, ið er gjørd millum stjórnina og eina røð av áhugafelagsskapum.

Nýggi ráðharrin ella -kvinnan við hesi grønu trípartaavtaluni sum ábyrgdarøki, skal tryggja, at tað, sum stendur á pappírinum eisini kann gerast veruleiki komandi árini søgdu teir tríggir floksleiðararnir, Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen á tíðindafundinum í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder