Uttanlands

Veðurlagsverkfall uttanfyri ST í gjár

Svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg skipaði saman við amerikonskum skúlanæmingum fyri veðurlagsverkfalli uttanfyri ST-høvuðssætinum í New York

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-08-31 18:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár skipaði svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg fyri sínum fyrsta veðurlagsverkfalli í USA.

Hetta hendi frammanfyri høvuðssætinum hjá ST í New York.

16 ára gamli sviin hevur heitt á "øll, sum stúra fyri framtíð okkara" um at luttaka í "Fridays for Future"-verkføllunum áðrenn veðurlagstoppfundurin skal vera í New York í september.

Greta Thunberg gjørdist heimskend, tá hon hvønn fríggjadag skulkaði í skúlanum og setti seg at mótmæla uttanfyri svenska Riksdagen í Stockholm við einum skelti við orðunum "Skúlaverkfall fyri veðurlagið".

Síðan hava veðurlagsverkføllini breitt seg til fleiri onnur lond, m.a. Føroyar.

23. september skal ungi veðurlagsaktivisturin halda røðu á veðurlagstoppfundinum, sum verður í sambandi við ST-aðalfundinum.

Fríggjadagin hitti hon, Maria Fernanda Espinosa, forkvinnu fyri ST-aðalfundin.

- Eg haldi, at hesin toppfundurin verður eitt gjøgnumbrot, ein vend, har fólk byrja at skilja, hvat tað er, sum gongur fyri seg, segði Greta Thunberg við Espinosa.

- Vit hava stórar vónir til tykkum og øll limalondini um, at tit fara at levera. Og vit vilja gera okkara fyri at tryggja, at øll eygu eru vend móti teimum, og at trýst verður lagt á tey, so tey ikki kunnu halda fram at ignorera tað.

Greta Thunberg kom til USA mikudagin aftaná eina 15-dagar-langa ferð tvørtur um Atlantshavið í seglbáti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder