Innanlands

Vegastrekki dálkað av olju

Talan er um vegastrekkið frá Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls. Serliga ringt er tað millum frákoyringarnar til Velbastaðar, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-13 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegastrekkið frá Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls er dálkað av olju. Serliga ringt er tað millum frákoyringarnar til Velbastaðar. Tað boðaði løgreglan frá fyri løtu síðani.

– Enn kenna vit ikki orsøkina til hesa dálking, men kemur hon frá einum, enn, ókendum akfari.

– Heitt verður á borgarar um at venda sær til okkara um so er, at teir hava sæð eitthvørt av týðningi fyri málið, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder