
Um vikuskiftið lat up nýggj listaframsýning í Gamla Seglhúsinum á Klaksvíksvegi í Klaksvík, har listamaðurin av Viðareiði, Arnold Vegghamar, sýnir fram 33 málningar.
Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn í seglhúsið seinnapartin sunnudagin í sambandi við ferniseringina. Umframt tónleikaframførslu við vísusangaranum Hans Andrias Jacobsen, helt skildmaður listamansins, Hilmar Høgenni, eisini eina røðu fyri listamanninum og gestunum.
Røðan kann lesast her http://www.gamlaseglhusid.fo/nyacutett/arnold-vegghamar-i-gamla-seglhusinum4110837
Framsýningin í Gamla Seglhúsinum verður hangandi til 20. februar
Vit hava fingið myndir sendandi frá ferniseringini.
-
-
-
-
Hans Andrias Jacobsen
-
Hilmar Høgenni flytir fram røðu
-
Arnold Vegghamar og Hilmar Høgenni eru fermenningar
-
Hanna Jensen, fyrrv. landsstýriskvinna við mentamálum, og Arnold Vegghamar
-
Líggjas í Bø og Arnold Vegghamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald