Árliga Tórshavnar Marathon er á skránni nú sunnudagin, 12. juni.
Langi teinurin, ið rennast skal, merkir, at rennararnir skulu nakað útum Havnina, og tað ávirkar ferðslu á ymsum strekkum í ymskum tíðarbilum.
Mest merkisvert er tað helst, at vegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn er stongur frá klokkan 13 til 19, og at Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eru stongdir. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum, upplýsir Tórshavnar kommuna.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/06/09/890x590/1654781467tfynavxi3y.jpg)
Mynd: torshavn.fo
Langa renningin merkir sjálvandi eisini, at ferðslan í høvuðsstaðnum er nógv tarnað.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/06/09/890x590/1654781576wgksoffowk.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/06/09/890x590/1654781581y3epy6tinm.jpg)
Mynd: torshavn.fo
Til ber at síggja fult yvirlit á torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald