Fríggjadagin, 19.juli læt upp nýggj Vegleiðingarstova á Hoydalsvegi 1 í Havn, har Studni seinastu árini hevur hildið til.
Avgjørt er at savna allar vegleiðingartænastur innan lestrar- og yrkisvegleiðing í eina og somu skipan, sum fær eitt andlit og eitt stað, men sum eisini røkkur um alt landið ígjøgnum samstarv við lestrar-og yrkisvegleiðarar ymsastaðni.
- Við Vegleiðingarstovuni hava vit fingið eitt stað, har vit savna vitan um sokallaðar karrieruspurningar. Eitt stað, har vit kunnu samstarva millum stovnar, land og kommunur, land og arbeiðsmarknað, ja tvørgeiraligt sum heild, og har einstaklingurin er í miðdeplinum, skrivar Mentamálaráðið.
Landsstýriskvinnan, Hanna Jensen, sipaði í síni røðu til øll tey álit, tær ráðstevnur og teir fundir, sum síðani 2007 hava víst á tørvin at fáa eina sokallaða Lívlanga Vegleiðing setta á stovn í Føroyum.
- Okkum hevur manglað eitt stað og eina skipan, har tey, sum ikki eru knýtt at nøkrum útbúgvingartilboði, kunnu fáa beinleiðis atgongd til dygdargóða vegleiðing um sínar møguleikar fyri førleikamenning og størvum, gjørdi landsstýriskvinnan greitt.
Dyrnar lótu upp kl.10 og fleiri nýttu høvið at støkka inn á gólvið at heilsa upp á tær báðar, Báru A. Haraldsen og Deirdre Hansen, sum starvast á Vegleiðingarstovuni.
Umboð fyri millum onnur Undirvísingarstýrið, Setrið, Yrkisdepilin, Nám, Glasir, Miðnám á Kambsdali, fólkaskúlar, MFS og kommunur møttu upp og fagnaðu átakinum, sum er tiltrongt í einum samfelagi, har nógv er at velja í bæði til læru, útbúgving og yrki, og har tørvurin at ráðføra seg og skifta orð um støðu sína, javnan ger seg galdandi hjá einstaklinginum.
Vegleiðingarstovan verður reguliga opin, og nærri upplýsingar fáast á heimasíðuni hjá Undrvísingarstýrinum - undirvising.fo - og Studna - studni.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald