2025-04-15 17:00

Løgrelan boðar beint fyri klokkan 17 frá, at ein oljuleki hevur verið á einum strekki millum Søldarfjørð og Magnstøðina í Norðragøtu.
Helst er tað ein tangabilur, sum hevur likið oljuna.
- Vegurin er hálur, og vit heita á bilførarar, sum koyra eftir strekkinum at vísa størsta varðsemi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Boð eru send til Landsverk fyri at koma at rudda og reinsa vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald