Innanlands

Vegurin niðan á Eggjarnar dagførdur

Seinastu árini er ferðslan niðan á Eggjarnar vaksin, og setur hetta eisini krøv til vegatkomuna niðan á Eggjarnar. Men hóast ábøtir eru gjørdar, er enn ikki komið heilt á mál, sigur Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-09-11 17:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við vaksandi ferðafólkatali í Suðuroynni seinastu árini, er ferðslan niðan á Eggjarnar, sum helst er millum mest vitjaðu náttúruperlurnar í oynni, eisini vaksin stútt og setur hetta eisini krøv til vegatkomuna niðan á Eggjarnar.

Vegurin niðan á Eggjarnar hevur verið slitin, og seinastu árini eru gjørdar nakrar ábøtir á vegin. Í summar er hildið áfram við tí arbeiðinum, og nú er ein munandi partur av vegnum dagførdur, skrivar Vágs kommuna.

Í vár varð kikari settur upp uppi á Eggjunum og eitt innigyrt øki er eisini gjørt, soleiðis at vitjandi trygt kunnu njóta útsýnið. Hetta hevur eisini økt um talið av ferðandi niðan á Eggjarnar. Veitirnar framvið vegnum eru eisini grivnar upp, soleiðis at vatn setur av vegnum og niður í veitina. Hetta sparir eisini uppá slit av vegnum. 

Men hóast vegurin nú er dagførdur, so er enn ikki komið heilt á mál. Partar av vegnum krevja framvegis ábøtur og er hetta eisini á skrá á teknisku deild hjá Vágs kommunu.

[object Object]Mynd: Vágs kommuna

[object Object]Mynd: Vágs kommuna

[object Object]Mynd: Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder