Innanlands

VEKS fær nú eitt eldraráð

Valið til Eldraráðið verður í í heyst og kemur at fylgja kommunuvalskeiðinum, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður í kommunala samstarvinum

- Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa skipað eitt Eldraráð í VEKS, og vóna at hettar er við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið (Mynd: Sunda kommuna)

- Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa skipað eitt Eldraráð í VEKS, og vóna at hettar er við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið (Mynd: Sunda kommuna)

2024-05-23 07:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á stýrisfundi hjá VEKS í Kvívík í síðstu viku varð samtykt at skipa eitt eldraráð. Hesum boðar felagið frá í stuttum skrivi.

Tað var stýrisformaðurin Jógvan Kruse, sum átti uppskoti. Hann er eisini formaður í Sunda kommunu og leggur dent á, samstarvið millum kommunurnar verður styrkt.

- Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa skipað eitt Eldraráð í VEKS, og vóna at hettar er við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið vit hava í VEKS, sigur Jógvan Kruse,  í samband við samtyktina.

Uppgávan hjá Eldraráðnum verður at upplýsa, ráðgeva og tilmæla tiltøk, sum byggja upp samskiftið millum eldra borgaran og VEKS.

Nú er ætlanin, at hvør kommuna sær samtykkir nýggja leistin hjá Eldraráðnum. Valið til Eldraráðið verður í í heyst og kemur at fylgja kommunuvalskeiðinum, sigur Jógvan Kruse.

VEKS er komunalt samstarv um eldraøkið. Tað eru Sunda kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna og Vestmanna kommuna, ið standa saman um tað. Sjey limir - í minsta lagi eitt umboð úr hvørjum kommustýrið - er í stýrinum hjá VEKS.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder