placeholder
Innanlands

Veks tillagar egingjøld

Talan er um neyðugar tillagingar fyri at halda og menna tænastustøðið

Korndalsbýlið á Eiði er eitt av trimum røktarheimum í Veks-samstarvinum (Savnsmynd)

Korndalsbýlið á Eiði er eitt av trimum røktarheimum í Veks-samstarvinum (Savnsmynd)

2022-04-28 11:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri at menna tænastustøðið, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar Veks egingjøld hjá borgarum, ið fáa tænastur frá Veks, ið er eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur.

Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar tillagingar, um tænastustøðið skal haldast og mennast, skrivar Veks í tíðindaskrivi.

Stýrið í Veks-samstarvinum er mannað av borgarstjórunum og bygdar- og býráðslimum í hesum kommunum. Tað er eitt samt stýri, ið hevur samtykt tillagingarnar.

- Vit vilja tryggja okkara borgarum góð og virðilig eillisár, og okkara starvsfólki góðar arbeiðsumstøður, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður í Veks.

Veks vil støðugt menna tænasturnar til borgararnar. Sum ein liður í hesum bjóðar Veks í næstum dagdvølju í Vestmanna og í Streymnesi. Dagdvølja er eitt dagtilboð til borgarar, ið búgva heima, men hava tørv á samveru og hjálp í dagtímunum. Eitt av nýggju gjøldunum er fyri hesa tænastu.

Umframt dagføringar av summum egingjøldum, verða nøkur nýggj gjøld ásett, eitt nú fyri reingerð, inkontinent vørur, umframt eitt gjald fyri útbúnað og innskriving.

Nýggju egingjøldini eru galdandi frá 1. juli 2022.

Nýggj gjøld
Sambært heimasíðuni hjá Veks verða broytingar ikki gjørdar í núgaldandi gjøldunum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting.

Men tað koma nøkur gjøld afturat.

Fyri búpláss kemur eitt innskrivingargjald á 1.500 krónur umframt dagsgjald fyri útbúnað og mánaðargjald fyri reingerð, og ein kostnaður á helmingin fyri inkontinens-vørur.

Í umlættingini verður eisini eitt innskrivingargjald umframt dagsgjald fyri útbúnað og reingerð, og helvtargjald fyri inkontinens-vørur.

Borgarar, ið gera brúk av dagdvølju-tilboðnum skulu rinda 140 krónur um dagin fyri uppihald og mat og 30 krónur fyri koyring.

Einasta veruliga hækking gjaldinum er mattænastan fyri heimabúgvandi, ið hækkar úr 45 krónum til 60 krónur um dagin frá 1. juli at rokna. Heimabúgvandi skulu nú eisini rinda helvtarprís fyri inkontinens-vørur.

Egingjøldini hjá Veks kunnu síggjast her https://veks.fo/105

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder