Leygarkvøldið 22. oktober verða filmsvirðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin handaðar í Norðurlandahúsinum. Kringvarp Føroya fer at senda frá tiltakinum, og filmarnir, sum eru við í kappingini, verða eisini vístir í sjónvarpinum.
Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya í samstarvi við Sona.
Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina verður umvegis SONA-appina, so øll, eisini sjónvarpshyggjararnir, kunnu atkvøða fyri sínum yndisfilmi.
Seks filmar eru valdir av dómsnevndini at luttaka í Geytanum 2022. Teir eru:
Sálarkvøl – Eir í Ólavstovu
Ver Her – Maria Winther Olsen
Tokskinnarin – Terji Mohr
Typiskt – Sølvi Næs Hoydal
Steinbíturin – Klippfisk (Dina Fríða Poulsen)
Nonstop – Sølvi Næs Hoydal
Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.
Í dómsnevndini sita:
Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið)  
 Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)  
 Sakaris Stóra (Føroysk Filmsfólk)  
 Tina Wagner (Filmshúsið)  
 Pætur M. Dahl (Klippfisk)  
 Altjóða limur í dómsnevndini: Valdimar Jóhannson  (Filmsleikstjóri)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald